Høvuðsevnið í hesum projektinum var “Love Forest Love”.
Fyri heystferiuna var 8.a í Haastrup saman við næmingum úr Litava, Letlandi og Danmark. Hesuferð var Frískúlin í Haastrup vertur og okkara næmingar búðu hjá teimum donsku næmingunum. Hetta er ein lítil skúli, har ganga uml 90 -100 næmingar og okkara næmingar vóru bara saman við 8. flokki hjá teimum
Skráin, sum vit høvdu fingið frammanundan, sá sera spennandi út og tískil gekk vikan skjótt.
Vit vitjaðu DTE, sum er ein verksmiðja, ið ger plattar, fruktkassar og annað úr viði, vit gingu upp á Haastrup bjerge, ið tey hildu okkum helst bara kalla eina brekku og í skýmingini gingu vit ein túr í skóginum.
Seinna dagin hittust vit í skúlanum, har vit arbeiddu í verkstøðum allan dagin. Tey sluppu at flætta greinar, at saga og pussa granntrø, mála posar og vera í køkinum og gera heimagjørda eplakøku. Súreplatrøini stóðu í besta blóma, so tað var upplagt at gera eplakøku.
Hósdag vitjaðu vit Egeskov slot, ið eisini hevur eina heilt ótrúliga flotta framsýning av bilum, súkklum, motorsúkklum og mongum øðrum áhugaverdum. Hóast tað regnaði illa tann dagin og vit skuldu ganga skiftivís úti og inni í tríggjar tímar, so var hetta staðið so hugtakandi og umhvørvið runt um slottið so grønt og vakurt, at tíðin fleyg avstað hjá okkum øllum. Tað var gott at sita aftur í bussinum, nakað gjøgnumbloytt, men í góðum lag.
Vit endaðu dagin í Faaborg, har vit fóru upp í eitt kirkjutorn at skoða býin og annars spákaðu í býnum eina løtu.
Fríggjadagurin var seinasti dagur hjá okkum. Foreldrini høvdu fyrireikað aktivitetir til næmingarnar og annars varð fyrireikað til hugnakvøldið kl. 19.00. Øll londini høvdu okkurt við frá sínum landi Tey føroysku børnini dansaðu føroyskan dans og bjóðaðu øllum hinum upp í eisini, tað var ordiliga stuttligt.
Hetta var ein góð vika, har børnini fingu knýtt sambond og uppliva ein eitt sindur øðrvísi gerandisdag. Tey upplivdu eina øðrvísi náttúru, har skógurin hugtók tey nógv.